Mentan

Heiðurskonsert við Kór Glyvra kirkju

Fimmti ár í ár síðan kórið varð stovnað

2019-05-10 20:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru í ár liðin fimmti ár, síðani Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969. Í hesum sambandi verður heiðurskonsert í Glyvra kirkju seinnapartin sunnudagin  við bæði yngri og eldri sangarum.

Hesi seinastu árini hevur kórið lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur. 

Símun Nónklett og Meinhard Bjartalíð stjórna kórinum. Jensina Simonsen og Jón Magnus Joensen sita við orglið. Kórið syngur føroyskar sangir og klassisk verk til konsertina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder