Innanlands

Heiðurslønir til eldsálir í barna- og ungdómsarbeiði

Tey, sum vórðu heiðraði á landsfundinum hjá FUR í farnu viku vóru Brestir Bjarnastein Restorff, Fríðbjørg Joensen Poulsen og verkætlan Time Out hjá Sinnisbata

2021-03-26 14:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár vóru nógvar innstillingar til heiðursløn FURs av einstaklingum og verkætlanum í barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Á landsfundinum hjá FUR 20. mars 2021 handaði Rói B. Poulsen, formaður, heiðursløn FURs 2021 til Brestir Bjarnastein Restorff, Fríðbjørg Joensen Poulsen og til verkætlanina Time Out hjá Sinnisbata.

Grundgeving fyri at geva heiðursløn FURs til Brestir Bjarnastein Restorff

Heiðursløn FURs 2021 verður latin til Brestir Bjarnastein Restorff, sum hóast sín unga aldur er formaður í tveimum feløgum, ið virka fyri børn og ung. Sum formaður í Ung í Dansi og fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar ger Brestir eitt megnararbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Brestir er bæði fittur og fryntligur at vera saman við, umframt at hann er ábyrgdarfullur og fer inn í arbeiðið við heilum hjarta. Hetta merkist aftur í felagsskapunum, hann stendur á odda fyri.

[object Object]

Brestir greiðir sjálvur frá, at tað er ein blandingur av tilvild og ynski um at styrkja barna- og ungdómsfeløgini, sum er orsøkin, at hann hevur tikið við hesi ábyrgd hóast sín unga aldur, bert 20 ár. Brestir leggur tó dent á, at tað er avgerandi at hava onnur álitisfólk at hjálpa sær, tí tá ið mann er so ungur, dugir mann ikki alt.

– Týdningarmesta uppgávan sum fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar er, at eg gevi leiðarunum góðar karmar at vera leiðarar. Úlvar, skótar og birkibeinar mugu hava góðar umstøður at læra seg skótasið og at gerast sjálvstøðug bæði í náttúruni og í dagliga lívinum.

Seinastu árini eru alsamt fleiri tiltøk í Ung í dansi komin kring landið. Brestir metir, at hansara týdningarmesta uppgáva sum formaður er at virka fyri, at ung, sum dansa føroyskan dans kring landið, koma saman, gleðast um at dansa og knýta vinabond.

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Fríðbjørg Joensen Poulsen

Fríðbjørg Joensen Poulsen hevur í ein mansaldur gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði við føroyska dansin fyri børn í Sumba til gagns bæði fyri børnini og føroyska mentan. Fríðbjørg er eldhugað og ótroyttilig og elskar føroyska dansin og er ein av stóru orsøkunum til, at føroyski dansurin í Sumba blómar. Fríðbjørg er enn hvørt fríggjakvøld gjøgnum dansiveturin og kvøður við børnunum, lærir tey dansispøl og gevur børnunum av síni hollu vitan um dansin.

Í røðu sínari í sambandi við heiðurslønina greiddi Fríðbjørg frá, at Steinbjørn B. Jacobsen sáli, rithøvundur, yrkjari og lærari, plagdi at siga: “kasta breyðið á vatnið, tey eta tað einaferð”. Tað er ikki altíð, ein sær úrslitið beinanvegin, men tað kemur.

[object Object]

Orsøkin til, at Fríðbjørg er so eldhugað at menna føroyska dansin fyri børn, er, at hon sær føroyska dansin og kvæðini sum nakað serføroyskt. At dansa føroyskan dans gevur bæði vitan um miðevropeiska søgu, um lívið í Føroyum fyrr, og tað gevur rørslu og samveru. Nógv drama er í dansinum, mann livir seg inn í søguna saman. At enda staðfestir Fríðbjørg, at føroyski dansurin blómar í dag í Føroyum.

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Time out hjá Sinnisbata

Time Out hjá Sinnisbata skipar fyri bólkum til børn og ung millum 12-18 ár, sum eru avvarðandi av fólki við sálarsjúku. Tað er týdningarmikið at lofta avvarðandi, tí teirra tørvur verður ofta settur til síðis ella gloymdur. Ung, sum hava luttikið, siga m.a., at tey kenna seg minni einsamøll, og at tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum - afturmeldingarnar hava verið sera góðar.

Dagmar Clothier, sum er ein av bólkaleiðarunum í verkætlanini Time Out, tók ímóti heiðurslønini.

– Sinnisbati tók stig til Time Out, tí vit sóu ein tørv hjá børnum og ungum, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku, greiðir Dagmar frá í røðu síni í sambandi við at Sinnisbati fekk heiðursløn FURs.

[object Object]

Børnini og tey ungu koma saman í bólkum, har tey hugna sær saman og deila sínar tankar og upplivingar. Oftast ganga tey við tonkunum, at eingin hevur tað sum tey, og at eingin skilur tey – tey kenna seg fullkomiliga einsamøll.

Tað eru børn og ung í Føroyum í familjum við sálarsjúku, har sálarsjúkan fyllir nógv og við hvørt alt. Avvarðandi børn og ung hava brúk fyri einum staði, har rúm er fyri at kunna seta orð á tað, sum fyllir í tonkunum og upplivingunum hjá teimum, og at hoyra onnur børn og ung siga frá – at vita, at tey ikki eru einsamøll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder