Innanlands

Heiðurssprotar á Strondum

Hósdagin fingu Astrid Anthoniussen og Helena Berthelsen heiðurssprota frá drotningini fyri at hava verið í starvi á eldraøkinum í meira enn 40 ár – Hetta var hátíðarhildið í bygdarhúsinum á Strondum

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2022-03-06 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð skipað fyri hátíðarhaldi í bygdarhúsinum á Strondum í sambandi við, at Astrid Anthoniussen og Helena Berthelsen høvdu fingið hvør sín heiðurssprota úr silvuri frá Margrethu drotning fyri at hava starvast á eldraøkinum í meira enn 40 ár.

Astrid er av Morkranesi, har hon vaks upp sum eitt av níggju systkjum. Í 1978 byrjaði hon sítt virki á eldraøkinum – sum tá var rópt fyri Heimatænastan økið 3 á vestara armi við Skálafjørðin. Hon byrjaði sum heimahjálp fyri tað mesta á Strondum, Skála og á Selatrað. Hetta var í tí tíðini, tá heimahjálpirnar vaskaðu upp og niður hjá eldri fólki, keyptu inn og matgjørdu. Seinni hevur hon arbeitt á Sambýlinum á Skála og nú arbeiðir hon á Sjóvarlon á Strondum.

Helena vaks upp á Hellunum sum eitt av átta systkjum. Hon er gift Jónasi Berthelsen, og tey búgva við Sjógv á Strondum. Hon byrjaði eisini at arbeiða á eldraøkinum í 1978. Fyrst sum heimahjálp á Skála og á Strondum. Hon hevur eisini verið leiðari í heimarøktini, og hon er framvegis í starvi á Sjóvarlon.

Tær eru báðar bornar í heim 8. november 1951, skrivar Sjóvar kommuna.

Undir hátíðarhaldinum heilsaði leiðarin á Sjóvarlon, Gunn Olsen, teimum báðum og takkaði hjartaliga fyri drúgva tænastu og dygdarverk í áratíggju. Formaðurin í stýrinum fyri Roðan, Tórbjørn Jacobsen, fekk síðani orðið, og eftir at hann hevði flutt fram røðu og takka teimum báðum, Astrid og Helenu, fyri øll hesi árini, handaði hann kongshúsins vegna, saman við dagliga leiðara Roðans, Jóngerð Guttesen, heiðurssprotarnar í silvuri.

Eftir tað var felagssangur og tónleikur á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder