Dunnu, mandlurís, mandlugávur, jólapynt, kalendaraljós, gomul, kend jólaløg sum "Last Christmas" hjá Wham!
Les eisini: Last Christmas: Jólasangurin, sum øll elska - ella elska at hata
Vit hava øll okkara jólasiðvenjur. Nógv gera akkurát tað sama á hvørjum ári, og fyri nógv hevur tað týdning, at jólini verða, sum tey altíð hava verið.
Sambært Peter Lund Madsen, heilagranskara, er ein orsøk til tess.
"Heilin gerst tryggur, tá alt verður, sum ein hevur roknað við frammanundan. Tí dámar heilanum væl, tá tað, sum ein roknar við fer at henda, hendir. Soleiðis er tað ofta.
"Nógv seta jólini í samband við jaligar kenslur, og tað hava tey gjørt síðan tey vóru børn, so tá jólini vera líka, sum tey hava verið áður, verða tey altíð sett í samband við nakað jaligt," sigur Peter Lund Madsen við DR.
Men heilin hevur eisini gott av broytingum, ásannar Peter Lund Madsen.
Ert tú ein teirra, sum ikki dámar broytingar og vil, at jólini skulu vera júst sum tey altíð hava verið, ber til at venja heilan við at handfara broytingar.
Peter Lund Madsen kemur við einum dømi:
"Ert tú t.d. giftur og verður boðin heim til verfamiljuna at halda jól, og borðreitt verður við onkrum heilt øðrum slagi av jólamati, enn tú ert vanur við, stúr ikki. Um tú byrjar at hugsa, at hetta klárar tú ikki, ber til at siga við teg sjálvan, at tað bara er heilin hjá tær, ið argar," sigur hann. "Et bara handan matin."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald