2020-10-17 18:37
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kunningarfundur um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánakvøldið 19. oktober klokkan 19. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.
Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt byggir á talgildu borgaraluttøkuna, sum var herfyri. Tá komu 233 svar inn. Av hesum vóru 70 svar frá borgarum við Karlamagnusarbreyt, 127 svar frá borgarum í grannalagnum og 70 svar frá øðrum borgarum.
Greitt er, at størstu trupulleikarnir eru hesir:
- Vantandi parkering,
- Gøtu- og gonguleiðir
- Vegurin Karlamagnusarbreyt og ferðsla
- Vantandi fríðkaði øki til trivnað.
Øll, sum ætla sær á fundin, skulu melda seg til her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald