Mentan

Heili fýra føroysk listafólk til The Great Escape

Føroyar verða umboðaðar við heilum fýra listafólkum á almennu skránni hjá The Great Escape í ár – Tey, ið framføra eru Joe & The Shitboys, Marius Ziska, Brimheim, og Kóboykex

2022-03-30 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

The Great Escape Festival er ein tríggjar-daga tónleikafestivalur, sum verður fyriskipaður í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar reka tónleikafestivalin, ið vísir nýggjan tónleik í ymsum sjangrum. Festivalurin varð skipaður í 2006 og er vertur hjá umleið 300 bólkum, býttir millum 30 pallar um allan býin.

Festivalurin dregur vinnufólk úr øllum Europa og aðrastaðni í heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum – og ikki minst: ein gyltur møguleiki at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serstakliga í live-ídnaðinum. The Great Escape er kent fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og publikum sleppur at uppliva tónlistafólk nær hjá, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.

Í tí stóra skaranum at tónlistafólkum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru stór nøvn um til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag´n´bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.

Umframt konsertirnar verður hildin ráðstevna við innlitsríkum pallborðsfólki, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum í víðfevndum høpi.

Tey fýra føroysku tónlistafólkini, sum eru við her, eru Joe & The Shitboys, Marius Ziska, Brimheim, og Kóboykex.

Tey fara øll at hava í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum.

Í samstarvi við med G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtíðartiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum fyri tónleikavinnuna og vanligum fólki. Eisini henda konsertin er ein partur av tí almennu skránni.

– At fáa so nógv pláss í einum so týðandi festivali sum The Great Escape er sjálvandi nakað, vit eru rættiliga fegin um. Hetta er nakað, vit hava arbeitt hart fyri at fáa í lag, og tað er ikki minst nakað, ið øll tónleikavinnan í Evropa fer at leggja merki til. Nú gleða vit okkum til góðar framførslur og nørandi fundir í mai, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX.

Bookingstjórin í The Great Escape, Adam Ryan, sigur eisini, at festivalurin fegnast um samstarvið við FMX og G Festivalin, og vónar hann, at hetta kann hjálpa tónleikarum í Føroyum at røkka tann breiða evropeiska marknaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder