Heilivágsfyritøkan Pfizer sigur seg nú hava fingið betur skil á framleiðsluna av heilivági í Belgia, og lovar at kunna framleiða fleiri skamtar enn fyrr ætlað til Evropa í vár, skrivar týska blaðið Spiegel.
Verksmiðjan hjá Pfizer í Belgia kemur upp á fulla framleiðslustyrki 15. februar, verður sagt. Eisini týski samstarvspartnarin hjá Pfizer, BioNTech, økir framleiðsluna við eini nýggjari verksmiðju í Marburg.
Pfizer lovar sostatt at framleiða avtalu mongdina av skamtum fram til endan av mars, skrivar blaðið. Í øðrum ársfjórðingi verður framleiðslan økt við 75 milliónum skamtum, verður sagt.
BioNTech lovar at økja sína framleiðslu við 50 prosentum í ár.
Feløgini hava ætlanir um at framleiða tvær milliardir skamtar av covid-19 koppsetingarevni í ár fyri at koma vaksandi eftirspurninginum á møti. Fyrr søgdu máltølini, at 1,3 milliardir skamtar skuldu framleiðast í ár.
ES-londini hava bílagt tilsamans 600 milliónir skamtar av koppsetingarheilivági frá Pfizer og BioNTech.
Í gjár kundi ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, boða frá, at eisini heilivágsfyritøkan Astra Zeneca økir sína veiting til ES-londini við 30 prosentum í fyrsta ársfjórðingi. Harumframt, at fyrstu veitingarnar verða latnar eina viku undan upprunaligu ætlanini.
Hetta merkir, at Astra Zeneca kemur at lata ES-londunum upp móti 40 milliónir skamtar í fyrsta ársfjórðingi.
Sambært corona.fo hava nú 3.993 fólk í Føroyum fingið fyrru av tveimum koppsetingum. Hetta svarar til 7,5 prosent av fólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald