Innanlands

Heilivágur í sjálvtøku

Fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu seinnapartin

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2024-04-23 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag varð skipað fyri tiltaki á Tjaldurs apoteki í sambandi við, at fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu.

Sjálvtøkan hjá Tjaldurs apoteki er sett á útveggin við ta violettu inngongdina á vestursíðuni á SMS.

Talan er um fyrstu sjálvtøkuna til handkeypsheilivág hjá Apoteksverkinum. Sjálvtøkan, sum er tøk alt samdøgrið, er knýtt at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa handkeypsheilivág í sjálvtøkuni.

- Við sjálvtøkuni uttanfyri Tjaldurs apotek fer at bera til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið í Suðurstreymi, tað vil siga eisini tá ið Tjaldurs apotek og apotekið í Steinatúni hava afturlatið. Tað er mín vón, at hetta fer at virka eftir ætlan, og at tænastan til borgaran gerst betri, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder