Uttanlands

Heilivágurin frá AstraZeneca helst góðkendur um tríggjar vikur

Umsóknin varð send evropeiska heilivágsmyndugleikanum í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-12 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropeiski heilivágsmyndugleikin, EMA, hevur í dag fingið umsókn um at fáa góðkent koronakoppsetingarevnið hjá AstraZeneca og Oxford University.

Hesum boðar EMA frá í tíðindaskrivi.

EMA fer á fundi 29. januar at taka støðu til, um mælt verður til at brúka heilivágin í ES-londunum. Játtar EMA, skal ES-nevndin taka endaligu støðuna til góðkenningina. Góðkenningin frá ES-nevndini verður mett at vera ein formalitetur, skrivar Ritzau.

Koppsetingin frá AstraZeneca og universitetinum í Oxford er longu tikin í brúk í Bretlandi.

Fyribils eru tvær vaksinur góðkendar í ES-londunum, Pfizer/BioNTech og Moderna.

Vaksinan hjá Morderna er júst góðkend, og so seint sum í dag kom fyrsta sendingin av hesi vaksinuni til Danmarkar.

Vaksinan frá AstraZeneca og Oxford University er munandi lættari at handfara enn hinar vaksinurnar, tí hendan kann goymast í vanligum kuldaskápshita.

Men hon virkar ikki líka so væl sum tær báðar fyrstu vaksinurnar. Enn er tó ikki ein greið mynd av, hvussu effektiv hendan koppsetingin er. Fyrstu kanningarnar vísa, at hon virkar í 70 prosentum av førunum.

Seinni hevur ein kanning víst, at vaksinan virkar í 90 prosentum av førunum, um heilivágurin verður skamtaður eitt sindur øðrvísi.

AstraZeneca er eisini munandi bíligari enn tær fyrstu vaksinurnar, og verður tí mett at kunna fáa stóran týdning fyri tey fátæku londini í heiminum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder