Um politikari ætlar sær at fáa atkvøður frá føroyska veljunum, skal viðkomandi raðfesta ’skjóta og góða heilsuviðgerð”.
Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnudagin, var enn einaferð spurt eftir hjartamálum – tað vil siga, at tey spurdu vórðu binin um at siga hvørji trý mál hava størstan týdning, tá tey skulu seta krossin til løgtingsvalið komandi.
Nú eins og fyrr er tað ’skjót og góð heilsuviðgerð’, sum hevur ovastu raðfesting. 55 prosent av teimum spurdu valdu heilsuna. 41 prosent svaraðu ’umsiting av fiski- og alvivinnu’ meðan 28 prosent svaraðu ’loysnir á bústaðartrotinum.
Tá spurt var seinast, var tað ’varðveita Føroyar sum kristi land’, ið kom inn á triðja pláss, men í kanningini 25. januar kom ’bústaðartrotið’ eisini inn sum nummar trý.
Í mun til seinast er eitt nýtt málsøki komið inn í kanningina, og tí er ikki rættiliga grundarlag fyri at sammeta við svarini í hesi kanningini við tey, sum vórðu givin seinast.
Nýggja økið er ’skattaviðurskifti’, og hetta fær undirtøku frá 27 prosentum av teimum spurdu, og kemur sostatt inn á eitt fjórða pláss.
Øll kanningin sæst í grafisku uppsetingini undir hesi greinini.
Les eisini: Framgongd til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
Munur á kvinnum og monnum
Tá hugt verður nærri at tølunum, koma áhugaverdir staklutir undan kavi. Eitt nú, at heili 65 prosent av kvinnunum velja ’heilsuøkið’ fyrst, meðan bústaðartrotið (35 prosent) kemur næst og pensjónsviðurskiftini (29 prosent) koma inn sum nummar trý.
Menninir hinvegin raðfesta ikki heilsuøkið eins høgt. Her er tað ’umsitingin av fiski- og alivinnuni’, sum verður raðfest av 57 prosentum av monnunum, framman fyri heilsuviðgerðini (42 prosent) og skattapolitikkinum (34 prosent).
Tá hugt verður eftir aldursbólkunum niðanfyri og omanfyri 45 ár sæst, at øll hava heilsuviðurskiftini ovast. Meðann tey yngru hava ’bústaðartrotið’ á øðrum plássi og vinnuna á triðja plássi, halda tey eldru, at vinnan hevur næstmest týdning, meðan pensjónsviðurskiftini koma á triðja plássi.
Munurin millum ’bygd og bý’ er ikki so eyðsýndur í hesi kanningini. Báðir bólkar raðfesta heilsuna ovast og umsitingina av fiski- og alivinnuni næstovast. Býarfólkið hevur bústaðarviðurskiftini á triðja plássi, meðan tey, sum búgva uttan fyri Havnina raðfesta skattapolitikkin sum nummar trý.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald