Innanlands

Heilsan til borgarstjóran við tunnilsmunnan

Mótmæli móti russisku skipunum at síggja í landslagnum

2022-06-09 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


“Skamma teg, Heðin – blóðpengar”. Soleiðis stendur í eini heilsan til borgarstjóran í Havn, sum í nátt er sett upp við bergholsmunnan oman fyri Oyrareingir. Omaná stendur eisini ein minni pen heilsan til tey russisku skipini, ið liggja í føroyskum Havnum.

Tað, at føroyingar loyva russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum, er vorðin ein søga í útlendskum miðlum. Donsku tíðindafólkini, sum eru í Føroyum í sambandi við vitjanina hjá Mette Frederiksen gera nógv burtur úr hesi søgu, sum eisini var høvuðssøga í TV-avisen hjá DR í gjárkvøldið.

Síð TV-avisen í gjárkvøldið her 

Men nú er hetta mál, sum ikki hevur verið gjørt nógv burtur úr í Føroyum, eisini at síggja í almenna rúminum.

Í morgun sást ein plakat við tunnilsmunnan við Oyrareingir, sum greitt vísir ónøgd yvir, at russisk skip sleppa at liggja í føroyskum havnum. Plakatin er málað í litunum hjá ukrainska flagginum og við skjaldramerkinum hjá Tórshavnar kommunu á. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder