Heilsu- og umsorganartænastan testar starvsfólk

Testskipanin verður nú útbygd soleiðis, at øll starvsfólk, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni, verða testað fyri koronavirus, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-07 14:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðan samfelagið spakuliga byrjaði at lata upp aftur, hevur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu frá mánaðarskiftinum mai/juni havt eina testskipan til starvsfólk.

Skipanin var sett í verk fyri at varveita trygdina á røktarheimum og hjá borgarum, sum fáa tilboð og tænastur frá Heilsu- og umsorganartænastuni, tá samfelagið lat meira upp. Skipanin skapti eisini størri tryggleika millum starvsfólkini, sum í langa tíð høvdu livað eitt avbyrgt lív, fyri ikki at bera smittuna inn á heimini.

Tað eru ikki øll starvsfólk, sum eru testað, men tey starvsfólk, sum mett er hava verið útsett fyri smittuvanda. Henda skipan hevur riggað væl. Testað hevur verið 3 ferðir um vikuna og hvørja viku hava áleið 100-120 testir verðið gjørdar. Nøkur starvsfólk eru testað hvørja viku, tí tey t.d. hava vaktir á meira enn einum stovni.

Tíverri eru støðan við korona versnað aftur, og vit mugu tí seta fleiri tiltøk í verk á eldraøkinum, millum annað at ongi vitjandi koma inn á røktarheimini, tænastur eru tillagaðar og tilboð eru fyribils avlýst.

Koronasmittan er leys í samfelagnum, og enn eru allar smittuketurnar ikki kendar og smittan ikki innibyrgd. Hetta ger, at vit seta enn eitt tiltak í verk fyri at verja eldri borgarar, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Testskipanin verður nú útbygd soleiðis, at øll starvsfólk, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni, verða testað fyri koronavirus.

Í dag og mánadagin verða øll starvsfólk, sum ikki nýliga eru testað, testaði.

225 starvsfólk hava meldað seg til at blíva testað í dag. Testingin, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, fer fram í gomlu læknahølunum á Frúutrøð.

Í vikuskiftinum verða somuleiðis tey starvsfólk frá Barna- og ungdómsøkinum, sum skulu manna neyðansingina í komandi viku, testað.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder