Innanlands

Heilsufótbóltur skjótt í gongd aftur í Klaksvík

Tey, sum eru 60 +, kunnu nú melda seg til vælumtókta átakið og tilboðið. Venjingar verða á skránni tvær ferðir um vikuna fram til 10. november

Heilsufótbólturin í Klaksvík byrjaði í fjør sum ein verkætlan hjá FSF, Fróðskaparsetrinum og Klaksvíkar kommunu men varð í vár bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð (Mynd: klaksvik.fo)

Heilsufótbólturin í Klaksvík byrjaði í fjør sum ein verkætlan hjá FSF, Fróðskaparsetrinum og Klaksvíkar kommunu men varð í vár bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð (Mynd: klaksvik.fo)

2023-08-17 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsfepur er framvegis í Klaksvík, og nú er aftur ein møguleiki hjá eldri fólki at venja fast "á plenuni".

Heilsufótbólturin í Klaksvík byrjaði í fjør sum ein verkætlan hjá FSF, Fróðskaparsetrinum og Klaksvíkar kommunu men varð í vár bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð

Hetta verður skipað í tøttum samstarvi við KÍ og snýr seg um eitt skeið á 12 vikur, upplýsir klaksvik.fo.

Næsta skeiðið byrjar í næstu viku og verður frá 23. august til 10. november. Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru. Venjingarnar vera mikukvøld klokkan 19:00 og fríggjamorgun klokkan 8.00, og aftur hesaferð standa Marjun Kalsø og Eydna Thomsen á odda fyri venjingunum.

Klaksvíkar kommuna upplýsir, at tað nú ber til at melda seg til heystskeiðið í heilsufótbólti. Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka.

Tilmeldingin er her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder