Heilsufrøðiliga starvsstovan: Í sambandi við at tveir tilburðir við HUS eru staðfestir í Føroyum samstarvar Heilsufrøðiliga starvsstovan við Landslæknan fyri at finna orsøkina til at fólkini eru vorðin smittað. Talan er um ein vaksnan persón og eitt barn.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í dag verið á eftirliti í barnagarðinum, har barnið gongur. Umstøður og mannagongdir fyri matgerð vóru eftirhugdar og vóru í lagi.
Eisini hevur fundur verið millum Landslæknan og Heilsufrøðiligu starvsstovuna fyri at avtala, hvussu arbeitt verður víðari við málinum.
HUS er ein álvarssom sjúka, sum ofta kemur av smittandi bakteriu, VTEC. Kann eisini hava aðrar orsøkir. Sjúka við VTEC hjá fólki vísir seg vanliga við, at tey fáa leyst lív. Nøkur, eini 10%, fáa tað tey nevna HUS, sum m.a. gevur nýrasjúku.
Í flestu londum er VTEC ikki óvanlig at finna, serliga í skarni frá jóturdýrum, tvs. neytum, seyði geitum o.s.fr. Fólk kunnu verða smittað á ymsan hátt, t.d. av kjøti, sum er dálkað við skarni undir fletting, mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, dálkaðum vatni, ella av beinleiðis sambandi við djór. VTEC kann eisini smitta millum fólk.
Vit vita ikki, hvussu ítøkiliga støðan er við VTEC í t.d. neytum og seyði í Føroyum, men vilja undir øllum umstøðum mæla fólki til at vísa fyrivarni. Umframt VTEC verja niðanfyristandandi tilmæli eisini móti øðrum sjúkum.
Fyri at sleppa undan smittu við VTEC er umráðandi at:
• Vaska hendur eftir at hava verið á WC, eftir at hava verið í sambandi við djór og áðrenn ein fæst við mat
• Hava gott reinføri undir fletting
• Malið kjøt skal verða hitað ígjøgnum, t.d. eigur hakkibúffur ikki at vera reyður innan
• Heil kjøtstykki í minsta lagið hitað væl á allari yvirflatuni
• Ikki drekka ópasteuriseraðað mjólk ella óreinsað vatn
• Skola grønmeti væl
• Hitaviðgera fryst ber, kryddurtir, minimais o.l., sum eru innflutt
• Goyma matin kalt
• Vaska knívar, skeribretti o.a., sum eru brúkt til kjøt væl og virðiliga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald