Innanlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Framvegis fuglakrím hjá villfugli í Føroyum

Eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá skúgvum, svartbakum og súlum, sum vórðu funnar ymsastaðni í landinum

(Mynd: hfs.fo)

(Mynd: hfs.fo)

2022-07-06 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í desember 2021 varð fuglakrím fyri fyrstu ferð staðfest í Føroyum.

Tá boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at tveir skúgvar høvdu fingið staðfest sjúkuna, og varð heitt á fólk um at boða frá, um tey sóu deyðan fugl.

Í januar varð sjúkan síðani staðfest hjá einum fugli afturat. Hesuferð varð talan um ein svartbak, og eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá fleiri fuglum afturat ymsastaðni í landinum.

Flestu kanningarnar vóru av skúgvi. Harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu. Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í níggju skúgvum, tveimum svartbakum og tveimum súlum. Fuglarnir vóru í Skúvoy, í Súðuroynni, Vágum, Streymoynni og Eysturoynni.

At fuglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum framvegis mælir til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder