Innanlands

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Hetta skulu tit ikki geva hundum tykkara

"Chrisco Tyggeruller med kylling", eitt slag av góðgæti til hundar, verður afturkallað orsakað av fráboðanum um atferðarbroytingar hjá hundum, sum hava etið tað

2024-12-18 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av góðgæti til hundar, sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað orsakað av fráboðanum um atferðarbroytingar hjá hundum, sum hava etið tað.

Tey, sum hava keypt "Chrisco Tyggeruller med kylling" eiga ikki at geva hundum sínum hetta men í staðin beina vøruna burtur ella lata hana innaftur, haðani hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Higartil eru fleiri enn 15 fráboðanir um atferðarbroytingar skrásettar, og fyritøkan Chrisco A/S, sum afturkallar vøruna, hevur sett kanningar í verk fyri at finna orsøkina.

Atferðarbroytingar, sum eru skrásettar, eru:

  • knappligur og ekstremur spenningur
  • panikanfall
  • ýlan og goyggjan
  • rastloysi
  • aggresivitetur
  • slev
  • krampi

Um hundur tín vísur óvanligan atburð aftaná at hava etið áðurnevndu vøruna, verður mælt til at seta teg í samband við egnan djóralækna at fáa ráð og vegleiðing, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vøran, sum er afturkallað:

Chrisco Tyggeruller med kylling, 10 stk.
Vørunummar: 12457
"Best før": allar dagfestingar
EAN-strikukota 5764630124578

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder