Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá, at skeljar verða tiknar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni.
Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði her í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið. Samstundis hava algukanningar av sjógvi úr Kaldbaksfirði staðfest, at talið á algum er omanfyri tað, sum verður mett ráðiligt, skal skeljavøra vera egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuna.
Kaldbaksfjørður er partur av alguøki 1, og alguøki 1 umfatar:
1a. Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð;
1b. Skálafjørð;
1c. Kollafjørð og Kaldbaksfjørð;
1d. Sundalagið norðan fyri Streymin.
– Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar í firðum í øki 1. Algueiturevni kann føra við sær, at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta hesar skeljar í løtuni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald