Innanlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Talan er um HPAI H5N1

Nú er endaliga staðfest, at fuglakrímið, ið varð funnið í skúgvunum í Føroyum, er av slagnum HPAI H5N1, sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021

(Mynd: hfs.fo)

(Mynd: hfs.fo)

2021-12-22 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin í farnu viku boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at fuglakrím var staðfest í Føroyum.

Nú verður boðað frá, at tað endaliga er staðfest, at fuglakrímið, ið varð funnið í skúgvunum, er av slagnum HPAI H5N1. Hetta er sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021. Meira um hetta slagið av fuglakrími kann lesast her.

Sýnini frá skúgvunum, sum eru staðfestir positivir í Føroyum, eru tikin síðst í september 2021, og blivu saman við sýnum frá øðrum fugli send til kanningar fyrst í desember.

Talan er um staðfesting av fuglakrími í villum fugli, ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan greitt. Flytifuglur, m.a. skúgvur, er ikki í Føroyum hesa árstíð, og Heilsufrøðilig starvsstovan metir av teirri orsøk, at smittuvandin er minni, tí at flestu flytifuglar er farnir av landinum.

Føroyar hava heldur ikki stóra vinnuliga framleiðslu av flogfenaði ella eggum, og tí hava vit ikki somu avbjóðingar sum fleiri av okkara grannalondum, tá fuglakrím herjar.

Í Føroyum eru tað tó nógv fólk, sum hava heimafugl, og ofta er tætt samband millum heimafuglin og villa fuglin. Fyri at minka um smittuvandan heitir Heilsufrøðiliga starvsstovan á fólk, um at avmarkað sambandi millum heimafuglin og villa fuglin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir støðuni, og dagførir ætlanir og tiltøk leypandi. Økt eftiransni verður tá várið kemur, og flytifuglarnir koma aftur til landið, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan samlar sýnir til kanningar, og vil heita á fólk um at boða frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl. Serliga verður hugsað um rovfugl. Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um fýra ella fleiri eru at finna innan fyri eitt avmarkað øki. Sýnini vera eftir ætlan send til kanningar í januar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder