
Í gjár, 10. desember, hevði Heilsufrøðiliga starvsstovan fund við DG SANTE (Directorate General for Health and Food Safety hjá ES) um komandi skoðan.
Fundurin var ein nærri útgreining um, hvussu henda skoðan skal skipast og hvat tilfar teir ynskja at mótttaka frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Henda skoðan verður framd yvir netið vegna støðuna við covid-19.
Føroyar hevur síðani 2001 havt eina veterineravtalu við ES-kommissiónina. Avtalan tryggjar, at Føroyar hava sett í verk somu lóggávu, sum ES hevur á økinum, tá ræður um fisk og fiskaúrdráttir.
Fiskur og fiskaúrdráttir hava frítt at fara í ES og tað merkir, at tað ikki er neyðugt við nakrari heilsuváttan, ið skal fylgja vøruni úr Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Skoðan fer fram frá 7. januar til 29. januar 2021. ES vitjanir hava áður verið í 2008, 2011, og 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald