Innanlands

Heilsuhjálpara og -røktara útbúgvingin: Skulu seta lærlingaskipan í verk

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og formaðurin í Kommunufelagnum heldur ikki, at skúlin skal flytast úr Hovi, men at útbúgvingin eisini kann takast norðanfjørðs ella partvíst sum fjarlestur

- Allar partar eru samdir um, at ov fá faklærd starvsfólk eru á eldraøkinum. Sáttmálapartarnir eru eisini samdir um at kanna, um grundarlag er fyri at seta heilsuhjálparar í hægri ella í fullan setanarbrøk, og annars at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum yvirhøvur.

2021-05-25 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Allar partar eru samdir um, at ov fá faklærd starvsfólk eru á eldraøkinum. Sáttmálapartarnir eru eisini samdir um at kanna, um grundarlag er fyri at seta heilsuhjálparar í hægri ella í fullan setanarbrøk, og annars at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum yvirhøvur.

Soleiðis skrivar Heðin Mortensen millum annað í skrivi í dag.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og formaðurin í Kommunufelagnum er nógv inni á heilsuútbúgvingunum, ið hann vil hava skal vera ein lærlingaskipan - hetta fyri at fáa størri fleksibilitet í útbúgvingina. Tað fær man ikki við at flyta skúlan úr Hovi, sigur Heðin Mortensen. Heldur kann man tað at eisini gera tað møguligt útbúgvingina norðanfjørð ella við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Hetta hevði fingið fleiri til at tikið útbúgvingina, skrivar formaðurin og borgarstjórin.

- Tá vit tosa um til dømis styttri útbúgvingar, eitt nú heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar, so átti at borið til at lagt hesar útbúgvingarnar um, soleiðis at tær vórðu skipaðar sum ein vanlig lærlingaskipan við hartil hoyrandi skúla. Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur t.d. bara 15 mánaðir, íroknað frítíð, harav minni enn helvtin er teoretisk útbúgving. Høvdu vit kunna skipað útbúgvingina sum eina lærlingaskipan, har næmingarnir arbeiddu við fullari løn og tóku skúlan í arbeiðstíðini, so ivist eg ikki í, at tilgongdin hevði verið munandi størri.

Harvið er løn undir útbúgvingini ein umráðandi faktorur, sambært Heðini Mortensen.

- Ein annar trupulleiki er, at hesi starvsfólk sjáldan fáa fulla arbeiðstíð. Tað avmarkar lønina og harvið inngjaldið til eftirløn og verður sostatt ein ójavni, ið fylgir hesum fólkum alt lívið. Hetta skapar beinleiðis ein stættarmun og ein kynsójavna, tí hartil mugu vit hugsa um, at 90% av fólkum í umsorganarstørvum eru kvinnur.

Ein politiskur stýrisbólkur við landsstýrisfólkunum í almannamálum, fíggjarmálum, umhvørvis- og vinnumálum og formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum, umframt einum skrivara, er settur fyri at finna loysnir viðvíkjandi starvsfólkum á eldraøkinum. Longu nú eru umfatandi avbjóðingar, og sambært framrokningunum kunnu tær gerast størri. Kommunufelagið, saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, hevur sett eitt arbeiði í verk.

Les alt skrivið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder