Innanlands

Heilsuhjálparafelag Føroya steðgar samráðingunum

- Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi uttan at fáa nakað afturfyri, sigur Mary Antonsdóttir

2025-02-13 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist sanniliga ikki drúgt í dag, tá Kommununala Arbeiðsgevarafelagið legði fram eitt uppskot um sáttmálasemju við Heilsuhjálparafelag Føroya.

Fundurin vardi bert tjúgu minuttir - og ikki tí semja beinanvegin kom uppá pláss.

Eftir at hava hugt eftir uppskotinum sleit Mary Antonsdóttir fundin. Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya greiðir frá, at hon sá eina langa røð av krøvum, um at limir felgsins skuldi geva frá sær vunnin rættindi uttan at fáa nakað afturfyri.

Harvið slitin fundur - og fyribils slitnaðar samráðingar. Eingin nýggjur fundur er á skrá millum partarnar verður staðfest. Samráðingar hava annars verið í fýra mánaðir.

- Okkara limir røkja nakrar av mest viðbreknu uppgávunum í samfelagnum, tí gera vit einki í óðum verki. Men hetta uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur Mary Antonsdóttir.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur enn ikki meldað nakað út. Sáttmálin millum partarnir eru gingin út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder