Innanlands

Heilsumálaráðharri uppá pláss

Kaj Leo Holm Johannesen verður heilsumálaráðharri. Tað avdúkar hann sjálvur á Facebook í kvøld

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-13 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað tykist vera greitt at Kaj Leo Holm Johannesen verður heilsumálaráðharri í ABH-samgonguni, sum í morgin skrivar undir samgonguskjal.

Sambandstinglimurin váttar á sínum Facebook-vanga í kvøld, at hann verður heilsumálaráðharri.

Frammanundan er greitt at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður, og at Fólkaflokkurin fær løgtingsformanssessin. Her kann hugsast at Jógvan á Lakjuni, sum áður hevur verið løgtingsformaður, aftur fær hendan sessin.

Málsøkini eru býtt soleiðis:

Fólkaflokkurin
Fiskivinnumál
Fíggjarmál
Almannamál

Sambandsflokkurin
Løgmann
Vinnumál
Heilsumál

Miðflokkurin
Menta- og uttanríkismál

Vit hittu komandi løgmann fyrr í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder