Uttanlands

Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka: - Vit sóu ávaringarnar

Longu 4. apríl kom fyrsta ábendingin um álopini

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-04-23 14:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka og talsmaður fyri stjórnina, Rajitha Senaratne, sigur, at myndugleikarnir høvdu sá ávaringar um álopini langt áðrenn tey fóru fram.

- Vit sóu ávaringarnar. Vit í stjórnini eru sera, sera hørm um tað og biðja um umbering frá familjum og stovnum, sum eru rakt av álopunum. Familjurnar fáa endurgjald, og krikjurnar verða bygdar uppaftur, sigur heilsumálaráðharrin.

Higartil er deyðstalið komið upp á 321 fólk, meðan fleiri enn 500 vórðu særd í álopunum.

Fyrstu ávaringarnar fingu myndugleikarnir tann 4. apríl og 9. apríl skrivaði verjumálaráðið til løgreglustjóran og fortaldi, at bólkurin National Thowfeek Jamaath møguliga var ein hóttan.

Tann 11. apríl setti løgreglustjórin seg í samband við fleiri trygdarstjórar um møguligu álopini.

Eisini verður sagt, at ein útlendsk fregnartænasta ávarðai myndugleikarnar í Sri Lanka um at National Thowfeek Jamaath fór at fremja yvirgang móti kirkjum í Sri Lanka.

Forsætisráðharrin í Sri Lanka, Ranil Wickremesinghe, segði sunnudagin, at hann ikki varð ávaraður um álopini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder