Leygardagin 21. september verður heilsuráðstevna í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Styrkivenjing, ítróttarsálarfrøði og kostvanar verða evnini í miðdeplinum hendan dagin. Fyrilestrarnir eru ætlaðir ítróttafólki, ið íðka á kappingarstigi, og teimum, ið ynskja at klænka seg.
Skráin fyrrapart er ment til ítróttafólk, ið ynskja at lyfta sítt avrik upp á eitt hægri stig. Tískil verða tað serfrøðingar við drúgvum royndum innan styrkivenjing, ítróttarsálarfrøði og matvanum, ið standa fyri hesum fyrilestrum.
Skráin seinnapart er ætlað teimum, ið ynskja at klænka seg ella bara ynskja eina sunnari lívsleið. Í hesum sambandi verður tað Lars Skotte Jensen ið, við støði í vísundini, fer at ráðgeva um, hvussu ein varðveitir røttu vektina. Eisini verða ymisku myturnar um kurar punkteraðar, og tú fært at vita, hvat hóskar júst til tín.
Michael Myhre hevur kandidatútbúgving í Træningsfysiologi frá Københavns Universitet, við serkunnleika i styrkivenjing. Hann hevur drúgvar royndir sum fysiskur venjari í eitt nú, Lyngby Boldklub og København Håndbold A/S.
Lars Skotte Jensen hevur fleiri ára royndir við kostráðgeving til úrvalsfótbóltspælarar, har hann millum annað hevur veitt persónliga ráðgeving til A-landsliðseikarar, U21-landsliðsleikarar og leikarar úr donsku Superligaini.
Kristoffer Henriksen er lektari og granskingarleiðari á SDU (Syddansk Universitet), har hann granskar í talentudvikling (evnismenning) og Top Performance. Sum ráðgevi innan ítróttarsálarfrøði hjá TEAM Danmark, hevur hann arbeitt við nøkrum av bestu venjarum og ítróttafólki í Danmark. Kristoffer Henriksen var við í fyrireikingum hjá Team Danmark til eitt nú OL í London og Rio.
Avmarkað pláss eru til tiltøkini. Sí meira kunning á heimasíðuni sunn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald