Innanlands

Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið skrivað undir nýggja trý-ára semju

Lønin hækkar samanlagt við næstan seks prosentum. Semjan líkist henni, sum Heilsurøktarafelagið gjørd við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri hálvum ári síðani.  

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: heilsuroktarafelagid.fo)

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: heilsuroktarafelagid.fo)

2021-02-03 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skrivaðu Heilsurøktarafelagið Fíggjarmálaráðið undir nýggjan sáttmála. Talan er um eina 3-ára semju, ið er galdandi fyri 2019 til 2021. Harvið er avtalan í stóran mun afturvirkandi. 

Tann 1. okt. 2019 hækka lønirnar 2,56%
Tann 1. jan. 2021 hækka lønirnar 2,05%
Tann 1. okt. 2021 hækka lønirnar 1,25%

Semjan líkist nógv henni, sum varð gjørd við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri hálvum ári síðani.  

Broytingar eru gjørdar í skalagongdini, sum millum annað hava við sær, at sjúkrahjálparar koma upp á 24. lønarstig og so eru broytingar gjørdar í ymiskum viðbótum, sum eru hækkaðar nakað og víðkaðar til at fevna um fleiri limir enn higartil, skrivar Heilsurøktarfelagið á heimasíðu sínari

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder