Nýggj tøl fyri smittutilburðir við kynssjúkum vísa, at kynssjúkur áhaldandi eru ein avbjóðing í Føroyum. Klamydia er vanligasta kynssjúkan, men smittutølini fyri gonorre hava verið alsamt vaksandi seinastu árini, sigur Heilsustýrið í tíðindaskrivi.
Fyrra hálvár í ár vórðu skrásettir 69 tilburðir av klamydia og átta tilburðir av gonorre. Hetta svarar til, at ávikavist 8,3 % og 1,0 % av kanningunum eru positivar.
Hetta gevur ábendingar um, at tølini fyri 2026 kunnu gerast hægri enn í 2025, tá prosentparturin av positivum kanningum var ávikavist 6,8 % fyri klamydia og 0,6 % fyri gonorre, skrivar Heilsustýrið.
Í 2024 var prosentparturin av positum kanningum ávikavist 9 % og 0,4 %.
Sambært Heilsustýrinum eru flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia í aldursbólkinum 20-24 ár.
Útvið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru kannað síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá monnum eru positivar.
Klamydia og gonorre eru bakteriuligar ígerðarsjúkur, sum smitta gjøgnum óvart, kynsligt samband, og til ber at verða smittaður fleiri ferðir.. Tí er umráðandi at kanna og fyribyrgja við at brúka hít, sigur Heilsustýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald