Uttanlands

Heilsustýrið mælir til at bíða við øðrum priki

Hetta fyri at fáa so nógv koppsett sum gjørligt. Framleiðararnir ávara móti avgerðini

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum (Savnsmynd)

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum (Savnsmynd)

2021-01-04 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska heilsustýrið mælir nú til, at lata tað ganga upp í seks vikur millum fyrsta og annað prik av koronavaksinuni.

Tað sigur stjórin í Syndhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, sambært Ritzau.

- Vit hava saman við heilivágsstýrinum hugt í skjalprógvini fyri bæði Pfizer og Moderna-vaksinuni, sum vit vænta verður góðkend skjótt.

- Og her síggja vit, at tað kann ganga upp í seks vikur millum prikini, og tað fara vit nú at skriva í okkara dagførdu leiðreglur, sigur Søren Brostrøm.

Hetta verður gjørt fyri at fáa so nógv fólk, sum gjørligt, koppsett her at byrja við, viðgongur hann.

Sambært Brostrøm eru nóg mikið av prógvum fyri, at koppsetingin virkar líka so væl, um bíðað verður í seks vikur við aðru koppseting.

Higartil hevur tilmælið verið, at tað skuldi ganga tríggjar vikur millum fyrsta og annað prik fyri at tryggja so góða verju móti koronavirus sum gjørligt.

Nú eru næstan 50.000 fólk í Danmark koppsett móti korona.

Eftir fráboðanina hjá Søren Brostrøm í donskum miðlum, hava BioNTech og Pfizer ávarað um, at tey ikki hava haldgóð prógv fyri, at teirra vaksina gevur fulla verju móti covid-19 um bíðað verður í seks vikur við aðru koppseting, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder