Heilsustýrið heitir á Heilsu- og orkumálaráðið um at dagføra lógina um solarium til kosmetiskt endamál frá 2015.
– Solariumnýtsla er væl skjalprógvað sum krabbameinselvandi og serliga vandamikil fyri børn og ung. Galdandi lóg fevnir bert um almennar veitarar og hevur tí ikki nøktandi verjandi virknað, sigur Heilsustýrið.
Tað var 20. juni í ár, at Heilsustýrið sendi Heilsu- og Orkumálaráðnum tilmæli um at dagføra lógina, so hon m.a. verður víðkað til allar veitar, bæði vinnuligar og almennar, so aldursmark m.a. verður sett á solariumnýtslu hjá øllum veitarum.
– Tilmælini avmarka vinnuligt virksemi í avmarkaðan mun, men eru neyðug og hóskandi fyri at verja børn og ung móti einum væl skjalprógvaðum heilsuvanda. Heilsustýrið metir tí, at í løtuni er sterk regulering eitt proportionalt og realistiskt stig fram um eitt beinleiðis bann, og í samsvari við galdandi norðurlendska og evropeiska praksis, skrivar Heilsustýrið.
– Við at áseta 18 ára aldursmark, krav um skráseting og eftirlit, kann verjan av børnum og ungum tryggjast, samstundis sum vaksin varðveita rættin at taka egna avgerð á upplýstum grundarlagi.
Í stuttum mølir Heilsustýrið til hesar broytingar í lógini:
- Solariumlógin verður broytt soleiðis, at hon fevnir um allar veitarar, tvs. bæði vinnuligar og almennar veitarar.
- Verandi 18 ára aldursmark verður víðkað til at fevna um allar veitarar av solarium.
- Øll solarium við almennari atgongd skulu skrásetast og hava loyvi (lisens).
- Markvirði fyri mest loyvda styrki og eksponeringstíð á stráling í solarium verða ásett í kunngerð.
- Eitt solarium skal verða skermað av soleiðis, at eingin ótilætlað er úti fyri UV-stráling.
- Verndarútgerð, tvs. verndarbrillur, skal vera tøk í hvørjum solarium sær á sólmiðstøðum.
- Brúkaravegleiðing skal vera tøk á sólmiðstøðini við hvørt solarium sær, sum lýsir, hvussu solarium verður brúkt.
- Ávaringarskelting skal vera á sjónligum staði á sólmiðstøðum. Ávaringarskeltingin lýsir heilsuvandarnar við at brúka solarium. Heilsustýrið stendur fyri at framleiða ávaringartilfarið.
- Eftirlitsmyndugleikin fær heimild at geva boð um áleggja rætting, steðga virksemi og áleggja fyrisitingarligar sektir sambært nærri ásettum reglum.
- Bann skal setast fyri at marknaðarføra og lýsa við solarium sum heilsufremjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald