
Heilsutrygd hevur sett tveir kommunulæknar í ávikavíst Suðurstreymoyar og Norðoya læknadømi.
Talan er um Jeaneth Løkjá og Thomas Berthou, skrivar Heilsutrygd á heimasíðuna.
Jeaneth Løkjá er sett í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi, í Læknahúsinum í Hoyvík. Hon er sett í starvið, sum Guðrun Mortensen hevur røkt seinastu árini.
Jeaneth Løkjá nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2011 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mars 2021.
Jeaneth hevur seinastu tíðina arbeitt sum kommunulæknaavloysari á Sandi og aðrastaðni í Føroyum. Hon tekur við starvinum 1. januar 2022.
Heilsutrygd hevur eisini sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi. Thomas er settur í starvið, sum Magnus Magnussen í mong ár røkti.
Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014. Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.
Thomas Berthou tekur við starvinum 1. august 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald