Mentan

Heilsutúrur í Vági leygardagin

Leygarmorgunin kl. 11 skipar Hvistan fyri heilsutúri í Vági – Hetta verður næstseinasti túrurin í ár áðrenn stóru nissurenningina

Mynd: Hvistan

Mynd: Hvistan

2020-11-13 13:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsutúrur verður í Vági leygarmorgunin 14. november kl. 11.

Túrurin byrjar við nýggja gistingarhúsið í Vági, BRIM B&B. Farið verður frá BRIM kl. 11 har luttakarar kunna ganga, renna ella súkkla í 15 minuttir. Eftir teir 15 minuttirnir eru farnir, verður vent við og leiðin gongur aftur í móti BRIM, sum bjóðar okkurt leskiligt fyri luttakararnar.

Sum vanligt, so verður eitt gávukort lutað burtur í millum luttakararnar. Hesaferð er gávukortið frá BRIM.

Heilsutúrarnir hjá Hvistuni, ið hava verið á skrá 14. hvønn dag seinastu mánaðirnar, hava havt góða undirtøku, bæði av teimum ið vanliga eru við í Hvistuni, men eisini teimum sum við hesum hava sæð sær ein møguleika at koma út at røra seg saman við øðrum.

Hetta er næst seinasti heilsutúrurin í ár, áðrenn stóru nissurenningina, tá ið drigið verður millum øll sum hava luttikið í øllum heilsutúrunum hesa seinnu hálvuna av 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder