Innanlands

Heilsuvandi kann ikki útilokast

Eitt slag av olivenolju, sum er seld í føroyskum handlum, hevur ov høgt innihald av týningarevninum chlorpyrifos, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2024-05-08 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Haugen-Gruppen Danmark afturkallar eitt slag av olivenolju, tí ov høgt innihald av týningarevninum chlorpyrifos er ávíst í vøruni.

Talan er um Reitan GAEA Classic Authentic Greek Extra Virgin Olive Oil, sum er seld í føroyskum handlum.

Tað kann ikki útilokast, at tað kann stava heilsuvandi av vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum heitir á borgarar um at fara aftur í handilin við vøruni ella at beina hana burtur.

Tað er ikki einstaka máltíðin, sum er avgerandi, men brúkarar mugu ikki fáa ov nógv týningarevni í longri tíð.

Um vøruna
Reitan GAEA Classic Authentic Greek Extra Virgin Olive Oil
Nettovekt: 500 ml
Best fyri: 08/07-2025
EAN-strikukota 5201671000015

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder