Innanlands

Heimafriður biður um jólafrið

Felagið heitir staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki, jólafrið um høgtíðina

(Mynd: Heimafriður)

(Mynd: Heimafriður)

2023-12-22 09:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið Heimafriður heitir á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.

Við hesum heitir Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgarum, sum búgva nær havnunum, jólafrið.

Tað kemur framvegis ov ofta fyri, at tað er ov nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum um jólahøgtíðina. Undanfarin ár hevur tað ført við sær, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum, sigur Felagið Heimafriður.

Felagið heitir tí staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki, jólafrið um høgtíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder