Innanlands

Heimamissiónin: Fleiri summarlegur komandi ár

Trúboðin skrivar, at tað kemst av, at undirtøkan hevur verið vaksandi seinastu árini. Tilsamans verða átta legur, tær flestu í Nesvík

Frá Wild Life-leguni í Mykinesi í 2016. Hetta er ein ørvísi lega, ið er fyri 7-8 flokk. Annars eru flestu legurnar í leguhúsinu í Nesvík (Mynd: Trúboðin)

Frá Wild Life-leguni í Mykinesi í 2016. Hetta er ein ørvísi lega, ið er fyri 7-8 flokk. Annars eru flestu legurnar í leguhúsinu í Nesvík (Mynd: Trúboðin)

2019-12-05 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast vit nærkast stytsta degi, er full ferð á fyrireikingunum til summarlegurnar í 2020. Av tí at undirtøkan støðugt er voksin seinastu árini, verður ein lega meira enn seinasta summar.

Árliga skipar Heimamissiónin fyri legum fyri børnu og ungum, og nú er dagfesting sett á tær sokallaðu SIMBA-legurnar í 2020.

Trúboðin skrivar, at til ber at melda seg til frá 1. mars. 

 

Summarlegurnar fyri børn og juniorar eru hesar:

7.-8. flokkur    Wild Life (Úti í náttúrini) 29. mai – 31. mai

2.-3. flokkur    Nesvík            26. juni – 30. juni

2.-5. flokkur    Sørvágur        26. juni – 30. juni

2.-5. flokkur    Porkeri           29. juni – 2. juli

3.-4. flokkur    Nesvík            1. juli – 5. juli

4.-5. flokkur    Nesvík            6. juli – 10. juli

5.-6. flokkur    Nesvík            11. juli – 15. juli

6.-7. flokkur    Nesvík            16. juli – 20. juli


Umframt hesar legurnar er eisini ein ungdómslega, fyri 8.-10. flokk, fyrst í august mánaði í Nesvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder