Innanlands

Heimamissiónsungdómur við nýggjum lagi

Seinasta árið hevur Heimamissiónsungdómur leypandi givið út løg við egnari tulking. Í dag er fjórða lagið útgivið. Hoyr lagið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-14 00:12 Author image
Áron Vest
placeholder

Í ár 1680 skrivaði týski yrkjarin, Joachim Neander sangin Lobe den Herren, den mächtigen König der Ehren, sum í 1863 varð umsettur til Praise to the Lord, the Almighty.

Joachim Neander livdi eitt stutt lív - frá 1650 til 1680 - men hann gjørdist ein av teimum týdningarmestu sálmaskøldunum í týskari kirkjusøgu. Hann doyði bert 30 ára gamal, men eftir hann stendur ein av teimum mest kendu lovsálmunum í kristna heiminum.

Sálmurin er ein lovsongur til Guð, har Neander lýsir Harran sum tann máttmikla kongin, skaparan og tann, sum heldur øllum lívinum uppi. Hann er serliga kendur fyri sína sterku myndamáling úr náttúruni og fyri at minna menniskjað á, at alt gott kemur frá Guði.

Nakað av tí serliga við sálminum er, at hann ikki bara er ein stillur og inniligur bønarsálmur. Hann er stórbærur, hátíðarligur og fullur av gleði. Hann kallar menniskju og alla skapanina at lova Guði. Tí hevur hann eisini fingið eina so sterka og hátíðarliga lagseting, sum ger, at hann framvegis verður sungin í kirkjum um allan heim.

Hendan sangin hevur Heimamissiónsungdómur endurútgivið við egnari útgávu, hóast lagið framstendur tignar- og hátíðarligt, eins og áður.

Luttakandi í hesum verkinum eru:

Anton í Liljudali – Kassagittari, vokal, banjo, pedal steel og framleiðsla
Fríðunn í Liljudali – vokal
Teitur Poulsen – vokal
Jóhanna Sámalsdóttir – vokal
Hedvig Davidsen – vokal
Dávid Olsen – trummur
Ámundur Berthelsen – slagverk
Jónas Thomsen – bass
Rógvi Jacobsen – kassagittari
Einar Poulsen – el-gittari
Hallur Reynslág – ljómborð
Salomon Skorastein - klaver
Egin Tollakson og Símun Dam - framleiðsla & ljóðbland

Drew Lavyne, ið er fleirfaldaður Grammy-vinnari, stendur fyri mastering á frumbandinum.

Lagið kann hoyrast omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder