Innanlands

Heimloysi sorlaði familjuna

Meðan íbúðin hjá Sólmai Danielsen og hennara børnum varð umvæld, var hon biðin um at fara seks vikur á Herbergið at búgva við børnunum, sum tó gjørdist til fimm mánaðir, tí íbúðin ikki varð klár til tíðina. Óvissa støðan og vánaligu bústaðarviðurskiftini eru farin illa við familjuni

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2021-10-09 20:28 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Alt gott um Herbergið, ið er so nógv betri bústaður enn so nógvar aðrir, sum eg havi leigað.

Soleiðis sigur Sólmai Danielsen í sambandi við, at hon og familja hennara hava havt sera ótrygg bústaðarviðurskifti seinnu árini og einaferð máttu taka til takka við at búgva á Herberginum.

Hon leggur dent á, at øll á Herberginum vóru sera fitt við tey, men Frelsunarherurin í Noregi gjørdi vart við, at tey ikki vóru rætti málbólkurin, so tey máttu sjálvandi á dyr aftur.

Sólmai sigur, at hon ringdi tvær ferðir um vikuna eftir svari viðvíkjandi lovaðu íbúðini. Tann dagin, familjan skuldi vera út av Herberginum, var arbeiðið upp á íbúðina ikki so frægt sum byrjað.  

- Eingin neyðloysn var í eygsjón, men um so var, at vit sótu á gøtuni um kvøldið, kundi eg biðja Barnaverndartænastuna taka sær av mínum yngra barni. Hetta var tað einasta tilboðið gjøgnum alla hesa tíðina, sum eg fekk, tá eg rykti eftir svari. Í flestu førum svaraði eingin mínum telefonuppringingum, teldupostum, sms- ella messengerboðum. Tó var ein eingil av eini kvinnu á kommununi, sum segði, at um vit einki annað funnu, kundu vit koma heim til hennara. Hon ringdi tó aftur um kvøldið og segði, at hon hevði fingið eitt fyrbils stað til okkum í tvær vikur í Berjabrekku og so í kvøldskúlanum eina mánaða, har tað bleiv til meira enn eitt ár.

---

Tema um bústaðartrot


Blaðið Vikuskifti fer í tveimum útgávum at viðgera bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.

---

Les alla greinina og aðrar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder