Uttanlands

Heimsbankin: Búskapurin í Ukraina fer at minka 45 prosent í ár

Kríggið í Ukraina fer eisini at hava avleiðingar fyri grannalondini hjá Russlandi og Ukraina, og mett verður, at samlaði búskapurin í Ukraina, Hvítarusslandi og Moldova fer at minka 30,7 prosent

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv (Mynd: EPA)

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv (Mynd: EPA)

2022-04-11 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

BTÚ í Ukraina væntast í ár at minka við heili 45,1 prosent, heldur Heimsbankin.

– Hetta er næsti stóri skelkurin, sum rakar ukrainska búskapin í tvey ár, og hann kemur í einari rættiliga ótryggari tíð, har nógv framvegis stríðst við at fóta sær eftir koronu, sigur Anna Bjerde, varaforseti í Heimsbankanum í Evropa og Miðasia.

Heimsbankin metir eisini, at búskapurin í Russlandi fer at minka við 11 prosentum orsakað av revsitiltøkunu, sum vesturheimurin hevur sett í verk.

Mett verður, sambært Ritzau, at uml. helvtin av fyritøkunum í Ukraina eru stongdar orsakað av krígnum. Nógvar aðrar fyritøkur, sum framvegis hava opið, virka á einum støði, sum er langt undir vanliga støðinum.

Hetta fer eisini at fáa avleiðingar fyri grannalondini hjá Russlandi og Ukraina, og Heimsbankin metir, at samlaði búskapurin í Ukraina, Hvítarusslandi og Moldova fer at minka 30,7 prosent í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder