Uttanlands

Heimsheilsustovnurin góðkent koppingarevni hjá Johnson & Johnson

Vónin er, at nýggja koppingarevnið fer at minka um koppsetingarójavnan og ikki gera hann størri, sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO

Nýggja koppingarevnið hjá Johnson & Johnson (Mynd: AFP)

Nýggja koppingarevnið hjá Johnson & Johnson (Mynd: AFP)

2021-03-13 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk koppingarevnið hjá Johnson & Johnson skundgóðkenning frá Heimsheilsustovninum, WHO.

Hósdagin varð koppingarevnið góðkent av ES-kommisjónini til brúk í ES londum, so skjótt sum tey hava fingið nýggja koppingarevnið. Eisini hava heilsumyndugleikarnir í USA, Kanada og Suðurafrika góðkent koppingarevnið.

At Heimsheilsustovnurin nú eisini hevur góðkent koppingarevnið hjá Johnson & Johnson slóðar fyri, at lond yvir allan heimin kunnu fara í holt við at innflyta og býta út koppingarvenið. M.a. er tað nú møguligt hjá m.ø. ST-stovninum Unicef at veita koppingarevni til tey londini, sum hava tørv á tí.

– Eitt hvørt nýtt, trygt og munagott amboð móti covid-19 er tekur okkum eitt stig nærri at fáa tamarhald á farsóttini, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum sambært Ritzau.

Hann vísir enn einaferð á, at vit eiga at tryggja, at nýggj koppingarveni gerast part av einari globalari loysn og ikki enn ein orsøk til, at summi lond og fólk verða slept uppá fjall.

– Vit vóna, at hetta nýggja koppingarevnið fer at hjálpa við at minka um koppsetingarójavnan og ikki gera hann størri, sigur hann.

Hetta er triðja koppingarevnið fyri covid-19, sum Heimsheilsustovnurin hevur góðkent. Hini bæði eru koppingarevnini hjá AstraZeneca og Pfizer/BioNTech.

Í mun til fleiri onnur koppingarevni móti covid-19, sum higartil eru komin á marknaðin, er nóg mikið við einum skamti fyri at geva einum persóni fulla verju. Eisini hava kanningar víst, at koppingarevnið hjá Johnson & Johnson riggar móti frábrigdinum úr Suðurafrika og Brasil.

Koppingarevnið er met av belgisku fyritøkuni Janssen, sum hoyrir undir Johnson & Johnson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder