Meðan smitsama Delta-frábrigdið av koronu heldur fram at spreiða seg, gongur tað ov seint hjá teimum vælbjargaðu londunum at lata koppingarevni til tey fátæku londini, og tað setir fleiri mió. mannalív í vanda, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO.
Delta-frábrigdið er nú staðfest í í minsta lagi 98 londum, og tað spreiðir seg skjótt bæði í londum, sum hava koppsett ein stóran part av fólkatalinum og í londum, sum hava koppsett færri fólk, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, sambært The Guardian.
Heimsleiðarar eiga at tryggja, at í minsta lagi 10 prosent av íbúgvunum í øllum heimsins londum eru koppsett áðrenn oktober, so tey veiku, umframt tey, sum starvast í heilsuverkinum, eru vard, heldur hann.
Eisini eiga londini í heiminum at deilast um trygdarútgerð, heilivág og kanningarútgerð, og um eitt ár eiga vit at hava koppsett 70 prosent av fólkinum í øllum londum fyri koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald