Uttanlands

Heimsheilsustovnurin mælir til enn eitt prik í heyst

Orsøkin er eitt nýtt frábrigdi av omikron, sum herjar í fleiri evropeiskum londum í løtuni, sigur Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-13 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsheilsustovnurin, WHO mælir til, at sárbærir bólkar lata seg koppseta fyri koronu enn einaferð í heyst – hetta fyri at minka um vandan fyri álvarsligari sjúku, sigur Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO.

Orsøkin er, sigur hann, eitt nýtt frábrigdi av omikron, sum herjar í fleiri evropeiskum londum í løtuni.

Hann sigur, sambært DR, at fólk eiga at minnast, at koronavirusið enn ferðast millum okkum, og eigur mann at njóta summarið á tryggan hátt og fáa sær enn eitt prik, um mann hevur rætt til tað.

Í Danmark er ætlanin at bjóða øllum yvir 50 ár eitt fjórða prik fyri koronu, og í samrøðu við Útvarpið 22. juni segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at vit í Føroyum helst fara at fylgja donsku tilmælunum og fara at bjóða eitt prik afturat eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder