Í august verður ein Ferrari 250 GTO frá 1962 seldur á uppboðssølu í Kalifornia í USA, og sigast má, at talan er um ørandi upphæddir, tá tosað verður um hvat hann væntandi verður seldur fyri.
Hesin Ferrari, sum sambært uppboðssøluhúsinum RM Sotheby’s er ein av 36, sum vórðu gjørdir av sínum slagi, verður væntandi seldur fyri 290 milliónir krónur.
Verður bilurin seldur fyri hesa upphæddina, er talan um heimsins dýrasta bil, sum verður seldur á almennari sølu. Fyrrverandi metið var keypið av einum bili av sama slag. Tað var ein Ferrari 250 GTO frá 1962, sum í 2014 varð seldur fyri áleið 245 mió. kr, skrivar finans.dk.
Bilurin, sum nú verður seldur, vann italska GT Championship koyringina í 1962, umframt 9 aðrar kappkoyringar sama árið. Greg Whitten, sum er nevndarformaður í softwarefelagnum Numerix, hevur átt bilin síðani ár 2000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald