Uttanlands

Heimsins einsamallasti maður deyður

Livdi í brasilska frumskógnum - var seinasti eftir í sínum bólki

(Mynd: Funai / BBC)

(Mynd: Funai / BBC)

2022-08-29 18:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tann seinasti yvirlivandi í einum  bólki av upprunafólki í Brasil er deyður.

Ongin kendi navnið á manninum, sum livdi í fullkomnum einsemi hesi seinastu 26 árini.

BBC skrivar, at hann var kendur sum ‘Man of the Hole’ tí hann gróv djúpar holur, bæði til at fanga dýr, men helst eisini at fjala seg í.

Líkið av manninum varð funnið 23. august í eini heingikoyggju uttan fyri strásmáttu hansara. Har vóru ongin tekin um harðskap.

Hildið verður, at maðurin var umleið 60 ára gamal.

Hann var tann seinasti, sum var eftir av einum bólki, sum búði í Tanaru-økinum í Rondônia-landslutinum nærhendis markið til Bolivia.

Roknað verður við, at meginparturin av bólki hansara varð dripin í 1970-árunum av bóndum, sum vóru úti eftir lendinum hjá teimum.

Í 1995 vórðu seks av fólkunum dripin tá bólkurin varð álopin av nøkrum óløgligum námsarbeiðarum. Tá gjørdist hesin maðurin hin seinasti, sum var eftir í bólkinum.

Brasilska stjórnarskrivstovan viðvíkjandi upprunafólkinum, Funai, fekk kunnleika til mannin í 1996, og hevur síðan roynt at verja økið har hann búleikaðist.

[object Object]Mynd av eini av smáttunum, sum einsamalli maðurin bygdi sær (Mynd: Funai / BBC)

Ein eftirlitsmaður hjá Funai, Altair José Algayer, kom fram á líkið á eini eftirlitsvitjan. Líkið lá í eini heingikoyggju, fjaldt av papageykafjaðrum. Serfrøðingar meta, at maðurin sjálvur hevur fjalt seg undir fjaðrunum, og hevur vita, at hansara dagar vóru taldir. Mett verður, at maðurin hevur ligið í heingikoyggjuni í millum 40 og 50 dagar áðrenn hann varð funnin.

Ongi tekin vóru um, at fremmandafólk høvdu trongt seg inn á økið hjá honum, siga embætisfólk.

Líkið av manninum skal nú kannast fyri at vita, um hann kanska hevur fingið onkra smittu. Av tí at maðurin hevur livað uttan samband við nakran uttanfyristandandi, vita tey ikki, hvat mál maðurin tosaði og hvørjum fólkaslag hann var av.

Í 2018 eydnaðist tað fólkum hjá Funai at fáa nakrar óklárar myndir av manninum, meðan hann høgdi í eitt træ við onkrum amboði, ið líktist eini øks. Funai-fólkini komu tilvildarliga fram á mannin. Síðan varð hann ikki sæddur aftur, men Funai-fólkini komu stundum fram á hansara strásmáttur og á holurnar, sum hann gróv.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder