Uttanlands

Heimsins elsti hundur er deyður

Bobi úr Portugal gjørdist 31 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-23 17:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 31 ára gamal hundur í Portugal, sum verður roknaður at vera elsti hundur, sum nakrantíð hevur livað, er deyður. Tað boðaði eigari hansara frá í dag.

Vakthundurin Bobi doyði um vikuskiftið á einum djórasjúkrahúsi, sigur Leonel Costa við AP tíðindastovuna.

Bobi búði á einum gari í býnum Conqueiros í Portugal saman við fýra kettum. Hann varð føddur 31. mai 1992 tá eigarmaður hansara var átta ára gamal. Umroknað til sokallað hundaár, so varð Bobi 217 ár nú hann doyði.

Fyrr í ár greiddi Costa frá í eini samrøðu við AP, at loynidómurin fyri langalívið var, at Bobi alt sítt lív hevði fingið góðan mat, fríska luft og nógvan kærleika.

- Bobi fær tað sama at eta, sum vit fáa, segði Costa.

Bobi var av rasuni Rafeiro do Alentejo, eitt portugisiskt hundaslag, sum annars hevur eina miðallívitíð á 10 til 14 ár.

[object Object]
Bobi saman við eigara sínum, Leonel Costa (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder