Innanlands

Heimsins glaðasta rundkoyring fingið serligan heiður

Kosin til Ársins Rundkoyring av enska felagsskapinum Roundabout Appreciation Society

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-09-17 18:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Henda rundkoyringin er einki minni enn heimsins glaðasta rundkoyring.

Soleiðis skrivar felagsskapurin UK Roundabout Appreciation Society, UKRAS, í tíðindaskrivi í sambandi við at smílandi gula rundkoyringin á Landavegnum í Havn er kosin ársins rundkoyring 2019.

Tað veit netmiðilin local.fo at siga.

UKRAS sigur, at hetta er fyrsta ferðin, at heiðurin er farin til eina rundkoyring av slagnum P.M.T., sum er ein lítil málað rundkoyring (painted mini traffic-island).

- Hvussu kann nakar bilførari, sum nærkast hesi ferðsluoynni í Føroyum, ikki hava eitt bros á andlitinum, skrivar felagsskapurin.

Saman við heiðrinum at vera kosin ársins rundkoyring, fær smiley-rundkoyringin eisini heiðurin at prýða desember-blaðið á komandi 2020 kalendaranum ”Roundabouts of the World” hjá UKRAS-felagsskapinum.

Tað er núverandi tekniski leiðarin í Fuglafjarðar kommunu, Pól Adrian Poulsen, sum eigur hugskotið til rundkoyringina. Hann var í starvi hjá Tórshavnar kommunu, tá rundkoyringin varð gjørd, og stóð fyri bæði projektering, sniðgeving, eftirliti og ráðgeving. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder