Uttanlands

Heimsins ríkastu gerast fátækari

Talið av millióningum kring heimin er minkað fyri fyrstu ferð síðan 2011, vísir frágreiðing hjá altjóða ráðgevingarfyritøku

2019-07-09 21:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2018 gjørdust fólkini, sum verða mett at vera rík, fátækari. Hetta er fyrstu ferð síðan 2011, at ríkidømið hjá teimum ríku er minkað.

Tað skrivar týska tíðindastovan DPA. Upplýsingarnar koma úr eini frágreiðing, sum kt-ráðgevingarfyritøkan Capgemini kom við í gjár, mánadagin.

Fyritøkan hevur skrivstovur í fleiri enn 40 londum og er við til at geva út árligu World Wealth-frágreiðingina, sum greiðir frá fíggjarstøðuni í heiminum.

Sambært frágreiðingini, er ríkidømið hjá millióningum minkað við næstan trimum prosentum í fjør samanborið við 2017.

Talið av millióningum er eisini minkað um allan heimin. Hetta er fyrstu ferð síðan fíggjarkreppuna í 2008.

Sostatt eru 18 mió. millióningar í heiminum, og er hetta 0,3 prosent færri enn í 2017. Størsta minkingin var hjá teimum, sum eiga fleiri enn 30 mió. dollarar. Samanlagda ríkidømið hjá teimum minkaði við seks prosentum.

Í Týsklandi minkaði talið av borgarum, sum eiga meira enn eina mió. dollarar niður í 1,35 mió, og er hetta 1,1 prosent av samlaða fólkatalinum í landinum. Tað er tó ikki bert í Týsklandi, at støðan er broytt.

Hjá Capgemini meta tey orsøkina til gongdina m.a. vera altjóða handilsósemjur og ótryggleiki nú bretar ætla sær úr ES, men tap á virðisbrævamarknaðinum kann eisini vera ein partur av orsøkini.

Sambært týska sentralbankanum hevur eitt fall á virðisbrævamarknaðinum í 2018 sett síni spor. 

Týskland er tó enn eitt av teimum londunum, ið hevur flest millióningar. USA er ovast á listanum, og síðani koma Japan, Týskland og Kina sum ávikavíst nummar 2, 3 og 4, skrivar DR.

Sambært frágreiðingini búgva tilsamans 61,2 prosent av heimsins ríkastu fólkum í hesum londum.

Frágreiðingin hjá Capgemini tekur hædd fyri partabrøvum, lánsbrøvum, alternativum íløgum sum eitt nú náttúrutilfeingi, reiðum peningi og ognum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder