Sunnudagin skrivaðu 15 lond undir nýggja fríhandilsavtalu. Talan er um heimsins størstu fríhandilsavtalu, tá mált verður í bruttotjóðarúrtøku (BTÚ).
Avtalan, ið verður nevnd Regional Comprehensive Econoic Partnership (RCEP), varð undirskrivað á talgildum toppfundi í vjetnamesiska høvuðsstaðnum Hanoi.
Skíggjamynd frá fundinum (Mynd: EPA)
Londini, sum skrivaðu undir nýggja avtaluna eru Brunei, Kambodja, Indonesia, Laos, Malaisia, Myanmar, Filipsoyggjarnar, Singapor, Tailand, Vjetnam, Kina, Japan, Suðurkorea, Avstralia og Nýsæland.
Endamálið við avtaluni er, sambært Ritzau, at lækka fleiri tollgjøld landanna millum innanfyri komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald