Amazonas brennur. Hetta staðfesta tøl hjá Inpe (The National Institute for Space Research), ið eru bygd á satelittmyndir.
Heili 73.000 skógareldar eru skrásettir í Amazonas millum januar og august í ár. Hetta er met fyri hetta tíðarskeiðið. Í alt 2018 vóru undir 40.000 skógareldar. Líknandi tøl hava ikki at verið at sæð síðani 2013.
Skógur verður burtur hvønn minutt; eitt øki áleið eins stórt og ein fótbóltsvøllur. Hetta vísa tølini.
Tjúkkur roykur frá eldunum, sum í seinasta tíðini hava herjað í Amazonas, liggja yvir teimum stóru býunum í Brasil. Í nøkrum førum kunnu flogfør ikki flúgva; mánadagin lá São Paulo í myrkri orsakað av tjúkka roykinum.
Talan er um ásettar eldar. Tá tann turra árstíðin kemur í Brasil - endin av oktober og byrjanin av november - veksur talið av skógareldum vanliga, tí skógurin verður ruddaður gera pláss til skapa vøkstur í jørðini. Talan er um persónar, sum skulu nýta jørðina, sum áseta eldin.
Men tølini eru ógvuliga høg fyri tíðina, ið vit eru í. Forsetin Jair Bolsonaro er fyri ógvsligum atfinningum, tí hann loyvir, at skógur verður oyddur so at siga uttan mark. Hann er kendur fyri, at ikki vera umhvørvisvinarligur í sínum politikki; Bolsonaro sigur, at tølini frá Inpe ikki passa, og hann hevur syrgt fyri, at ein persónur í leiðsluni í felagnum hevur fingið sekkin.
Kelda: DR/Ritzau
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald