Meksiko hevur samtykt eina nýggja lóg, sum bannar royking, bæði sigarettir og e-sigarettir, á so at siga øllum almennum plássum. Harvið er ikki longur loyvt at roykja á matstovum, á strondini ella í býarlundum longur.
CNN skrivar, at nýggja lógin samstundis bannar, at fyritøkur reklamera ella stuðla tubbaksvørum. Sigarettir skulu heldur ikki vera sjónligar í handlum longur.
Talan er um strangastu lógina fyri royking í heiminum, og er ein víðkan av lógini frá 2008, sum setti í gildi roykfrí øki á skeinkistøðum, matstøðum og arbeiðsplássum.
Á heimsheilsustovninum WHO fegnast aðalskrivarin, Tedros Ghebreyesus, um nýggju lógina.
- WHO heilsar hesum djarva stiginum móti tubbaksstýring. Vit heita á øll lond um at herða teirra roykipolitikk og hjálpa til við at forða fyri átta milliónum deyðstilburðum um árið, skrivaði hann á Twitter herfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald