Uttanlands

Heimsins vakrasta úr Jameika

Toni-Ann Singh úr Jameika varð krýnd Miss World í London í kvøld.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-15 00:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

23 ára gamla Toni-Ann Singh úr Jameika varð í kvøld krýnd Miss World 2019.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Luttakarar úr 111 londum vóru við í vakurleikakappingini, sum varð hildin í London.

Toni-Ann Singh heldur, at vakurleikakappingar framvegis hava virði í dag, men vakurleiki er langt frá tað týdningarmesta.

[object Object]Toni-Ann Singh og foreldur hennara (Mynd: EPA)

- Tað er í lagi at heiðra vakurleika og eginleikar sum styrki og annað. Men hetta er so nógv meira enn tað, sigur Toni-Ann Singh, sum er lesandi á Florida State University.

Hon sigur seg fara at arbeiða fyri broytingum, sum eru burðardyggaruttan at siga ítøkiliga hvat tað merkti.

Miss World er elsta vakurleikakappingin, og var stovnað í 1951.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder