Uttanlands

Heimsins vandamiklasti fuglur drepur eigara í Florida

75 ára gamli maðurin datt, og so leyp fuglurin á

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-04-14 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein stórur fuglur leyp á og drap eigaran í amerikanska statinum Florida.

Hesum boðaðu myndugleikarnir í Florida frá í nátt, sambært DR.

Talan er um ein kasuar, ein fuglur, sum hoyrir til strussaættina. Hesin fuglurin dugir ikki at flúgva, og hann finst vanliga bert í Nýguinea og Norðuravstralia.

Maðurin varð dripin í heimi sínum nær býin Gainesville, og hildið verður, at fuglurin drap mannin við klónum.

Sambært lokala sløkkiliðsleiðaranum, sær tað út til, at talan var um eitt óhapp. Maðurin var hjá fuglinum, tá hann brádliga datt, og tá leyp fuglurin á.

Maðurin var 75 ár, og málið verður kannað nærri.

Kasuarurin verður roknaður sum heimsins vandamiklasti fuglur, og tað er serliga klørnar, sum eru orsøkin til tað.

Eins og strussurin er Kasuarurin førur fyri at renna øgiliga skjótt. Kasuarurin kann renna upp til 50 km/t, og kann hann gerast 180 cm høgur og 60 kg tungur.

Í USA eru summir, sum ala Kasuarar og selja teir til fólk, ið savna eksotiskar fuglar. Fyri at ala fuglarnar, skal mann tó hava loyvi og nógvar royndir við fuglunum.

Tað er ikki greitt, hvat hendi við fuglinum, eftir at hann hevði dripið eigaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder