Talið, sum varð skrásett í India sunnudagin, er hægsta talið á nýggjum smittutilburðum, sum nakað land hevur skrásett í eitt samdøgur undir hesari alheimsfarsóttini.
Seinasta samdøgrið eru 78.761 nýggir tilburðir skrásettir í India. Sostatt hevur India sligið gamla metið hjá USA, sum varð sett 16. juli, tá landið skrásetti 77.299 tilburðir.
Aftaná USA og Brasil er India tað landið, sum er harðast rakt av farsóttini. Tó hevur dagliga talið á nýggjum tilburðum í India verið hægri enn í hinum báðum londunum seinastu tvær vikurnar, skrivar Reuters.
India hevur skrásett 3,5 mió. smittutilburðir, og 63.498 andlát, harav 948, ið eru løgd afturat seinasta samdøgrið.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald